3D prent
Her eru 3D prentaðar vørur sum MAM Design framleiðir
3D prent
3D Sniðgeving/3D PrentHetta er ein møguleiki at fáa kopiera ella prenta okkurt ting sum tú sjálv/ur hevur, eg taki vanliga 10 kr um minuttin fyri at sniðgeva/kopiera eitt ting, annars kemur prent kostnaður afturat eisini. Eg havi eisini møguleika at prenta eina fílu sum tú sjálv/ur sendir til mín. Tá skal fílan vera í einum av hesum formatum: .3mf .stl ella .obj Tá veldst prísurin um stødd og vekt á vøruni. Tú kanst keypa hesa vøru, so seti eg meg í samband við teg, hvussu vit orna rest. Hetta er eitt púra óbindandi keyp!
3D prent
Fluguverja til ALU blikkHetta er ársins besta keyp. Ein ótrúliga snild og einkult verja til ALU blikk, um tað er sodavatn ella bjór, er líkamikið, hetta verjir tín tostadrykk ímóti óboðnum gestum, eitt nú flugum, vepsum og kanska enntá eiturkoppum. Hetta fantastiska tingi er gjørt úr PLA, sum verður roknað sum óskaðiligt at brúka til mat. Verjan kann sjálvandi brúkast umaftur og umaftur. Hetta er ein vøra við mongdaravsláttri. Keypir tú 1 stk kostar tað 5 krónur, keypir tú 10 stk kostar tað 25 krónur, keypir tú 25 stk kostar tað 50 krónur, keypir tú 50 stk kostar tað 75 krónur. Og keypir tú 100 so kostar tað 100 krónur. Avslátturin verður trektur sjálvvirkandi tá tú koyrir tað ynsktu mongdina í innkeypskurvina.
3D prent
Lok til MBM mjólkapakkarHetta er eitt lok til MBM pakkar. Hetta lokið minkar um køliskápslugt og ger tað møguligt at flyta mjólkapakkar o.l. runt um, uttan at stoyta. Hett er ein heimagjørd vøra, og verður gjørd uppá bílegging
3D prent
Mjólkapakkahaldari Útgáva 4Ein haldari til mjólkapakkar, jogurtpakkar og líknandi frá MBM. Ergonomiskt handtak. Gjørdur úr umhvørvisvinarligum plastikki (PLA) Hetta er ein haldari til mjólkapakkar, jogurtpakkar, kakaopakkar og aðrar pakkar í somu stødd sum hesir frá MBM. Eru gjørdir úr umhvørvisvinarligum plastikki (PLA) Haldarin er stabilur og sterkur, og hevur eitt ergonomist handtak. Fæst í bláðum, reyðum, grønum, hvítum, gulum, hálvklárum, svørtum. gráðum, ljósareyðum og lilla.
3D prent
Tøl til Húsanummar o.l.Hetta eru tøl úr plastikk, sum kunnu brúkast til mangt og hvat. Ímillum annað húsanummar, sum eg sjálvur havi brúkt tað til. Tølini kunnu í løtuni fáast í 2 skriftum, Arial og Comic Sans, og í 3 standard støddum, 10 cm, 15 cm og 21 cm. Kunnu fáast í øllum litum. Eisini sjálvlýsandi (Glow in the dark) Prísurin er per stk. G.G. Tað ber sjálvandi til at bíleggja ser støddir, um ynski er um tað, so velur tú bara serð stødd, so seti eg meg í samband við teg, fyri at avtala nærri.
